Vælkomin

Vælkomin

ÁWAY Bilar & Maskinur

Áway fyritøkan byrjaði sítt virksemi í Gøtu,  tá var dentur lagdur á størri maskinarbeiði, sum  hevur verið eitt støðugt virksemið síðan.

 Fyri 6 árum síðan tók Áway  avgerð um at seta sær støðufesti í aðra líknandi vinnu eisini. Hendan vinnan bleiv so til ÁWAY Bilar & Maskinur, sum hevur verkstað við øllum vanligum tænastum, umframt hetta, so innflyta vit vinnutól, herundir: Lastbilar, vørubilar og størri maskinur. Eisini hava vit frálíkan leasingarmøguleika til okkara vinnukundar. 

Visión

At koma tættari okkara viðskiftafólk er okkara sterkasta visión.

Missión

Vit vilja vera tann besti veitarin av vinnutólum, bilum og tænastu.

O - Hugburður

Vit leggja stóran dent at tryggleikin er í hásæti. Vit hava regluliga samrøður um hvussu vit alsamt kunna gerast tryggari.

Trivnaður skapar góð úrslit

Á okkara arbeiðsplássi er trivnaður eitt vit seta stóran prís á. Er trivnaðurin góður, so verður gleðin at arbeiða hareftir.

Burðardygd og endunýtsla

Okkara verkstaður er útgjørdur við nýmótans útgerð, sum á minst møguligan hátt dálkar ella er til ampa fyri okkara umhvørvi.

Menningin flytur seg

Bilar verða alsamt meir sjálvirkandi og hetta hevur ymiskar avbjóðingar við sær tá tað kemur til viðlíkahald og annað. Okkara starvsfólk eru javnan á skeið fyri at vinna sær røttu førleikar til umvæling av bilum og maskinum

Toymið handan ÁWAY Bilar & Maskinur

Okkara dugnaligu starvsfólk

Sunfríður Jacobsen

Dagurin byrjar við einum smíli og eini vinarligari heilsan. Hetta er tað sum lýsur Sunfríða best og so er hann sera góður til alskyns uppgávur- høgguslokkurin í bilaheiminum.

Eyðfinn Pattinson

Eingin trupuleiki er ov stórur. Tað er deiligt at leggja orku og vitanina í at syrgja fyri at bilarnir koyra trygt og at kundar okkara føla eina góða tænastu.

 

Kári Hansen

Kári er stjóri, tað merkir tó ikki at hann altíð gongur skjúrtuklæddur og við svartaskóm. Hesin stjórin er altíð tilreiðar at taka hánd við og kaffi eigur hann altíð

Magnus Joensen

Bátar, bilar súkklur, barnasúkklur…. Ja tað er ikki nógv ið Magnus ikki dugir at arbeiða við. Hann er garrvillur og dámar sera væl at síggja úrslitið av hansara arbeiði.